
SKEIÐ, FYRILESTRAR OG BLOGGAR
Vit hava samstarv við nógvar dugnaligar serfrøðingar innan løgfrøði, búskap, málfrøði, sálarfrøði, KT og umhvørvi. Skeiðini verða øll hildin á Hotel Hafnia.
Eisini kann tú bíleggja fyrilestrar. Vit bjóða fyrilestrar innan positiva sálarfrøði, effektiva fundarleiðslu, nevndararbeiði, teir 8 intellegensurnar og arbeiðsgleði.
Heimasíðan inniheldur eisini ein blogg og bloggað verður um stórt og smátt frá gerandisdegnum í Føroyum.