Kitty May bloggar

Vælkomin til  bloggin hjá mær.
Eg elski at skriva, tosa, hugsa og blogga. Eg bloggi um lívið og beintnú hugsi eg, at blogga um føroyska summari. Tær nýtist ikki, at droyma um onnur lond tí vit hava alt her heima. Nei, vit hava ikki 25 hitastig. Men vit hava so nógv annað.

23. mai 2019

Leyp á sjógv

Saltvatn er sunt fyri kroppin og sinnið

Klokkan er 7.30, og tað er mikumorgun í mai. Sólin skínur oman og niðan, og meðan eg gangi frá bilinum oman í Sandagerð hoyrist fuglasongur. Eg eri beinanvegin í góðum lag og hugsi, at í dag verður dagurin góður. Í allan vetur hava ein vinkona og eg svomið í Sandagerði. Vit hava svomið í vindi, regni og kava. Í allan vetur hava vit glett okkum til várið, og nú er tað her. Einki er sum Føroyar í mai, og nú er lagamanni at svimja á sjónum.

Finn eydnuna á sjónum

Tá ið eg var smágenta í Miðvági, var ein maður, sum svam hvønn morgun. Hann svam, um tað so var summar ella vetur. Eg minnist, at vit hildu, at hann var merkiligur. Ein løgin snigil, sum leyp á sjógv í øllum veðri og svam nøkur tøk. Men í dag veit eg betur. Eg havi, sum so mong onnur uppliva, at sjógvurin ávirkar heilan. Tað fær heilan alvaknan og kláran at fara útí tann kalda sjógvin um morgunin. Hetta hendir, tí at heilin sendir eydnubollarnar, endorfinir, út. Úrslitið er ein kensla av gleði. Og tað góða er, at kenslan kemur beinanvegin, tú er komin uppaftur úr sjónum.

Fá tær eina ókeypis peeling av sandinum

Føroyski sjógvurin er fullur av vitaminum, miniralum og miniralsalti og livandi mikroorganismum. Hesi evni minna um evnini, tú hevur í tínum egna blóði, og tey verða upptikin gjøgnum húðina, tá ið tú er í sjónum. Hetta skal vera sera gott fyri heilsuna sum heild.

Vilt tú hava mjúkari og sunnari húð. Ja, so er bara at skrubba teg inn í sandin. Heimsins besta peeling er at blanda tann føroyska sandin við kaffigrugg. Smyr so upp á húðina ímillum tveir svimjitúrar og vaska av, tá ið tú fert útí aftur. Tær deyðu húðkyknurnar verða vaskaðar burtur, og húðin verður mjúk. Hetta er eisini í samsvari við tað, sum International Journal of Dermatology sigur um, at sjógvur linnar bruna í húðini og er frálíka góður fyri turra húð.

Gott at byrja um várið

Hevur tú hug at svimja saman við okkum, so er mai mánaður ein góð tíð at byrja. Tað er ljóst, og tað verður so smátt fløtt á sjónum. Ikki tí at sjógvurin er flógvur. Hann liggur um 7-8 stig, men meiri tí, at veðrið á landið er betri, og tað várar, og tað verður so nógv hugaligari at fara útí.

Kom og royn! Kanska tær dámar tað líka so væl og eg 😊

 

23. apríl 2019

Tankar

Ansa eftir tínum tankum tí teir skapa tínar handlingar. Ansa tínum handlingum tí teir gerast til tín karakter.
Enn vita granskarar ikki, hvaðani allir tankarnir koma, sum vit hugsa hvønn dag. Men granskarar vita, at tankar eru ravmagnsatløg, sum skapa myndir, ljóð, orð og setningar. Men hóast talan bara er um ravnmagnsatløg, hava tankarnir stórt vald, tí teir avgera, um vit eru glað, kedd, eydnusom ella óeydnusom. Og sjálvt um tú ikki altíð hevur kraftina at stýra tínum tonkum, so kann tú velja, hvønn tanka tú vilt hugsa neyvari um og fylgja, ella hvønn tanka tú vil tveita burtur.

Tú hugsar 60-70.000 tankar um dagin
Men granskarar siga, at vit hugsa umleið 60.000 til 70.000 tankar um dagin. 80% av teimum tonkunum, tú hevur hugsað í dag, eru negativir tankar. Og 95% av teimum tonkunum, tú hugsar í dag, eru teir somu, sum tú hugsaði í gjár.

Negativir tankar eru tankar, sum ikki eru góðir fyri teg. Sum nevnt eru 80% av tínum tonkum tankar, sum bara bróta niður. Tú kanst ikki brúka hesar tankar til nakað í tínum gerandisdegi. Teir hjálpa tær ikki. Hetta kunnu vera tankar sum: “Hetta gongur ongantíð. Hetta megni eg ongantíð. Eg eri ljót og býtt. Hann elskar meg ikki. Skjótt fara hini at finna útav hvør eg í veruleikanum eri.” Hvussu ofta hevur tú ikki hugsa tankan: “Hvat heldur hann um meg?” Hetta merkir, at tú hugsar tankar um tankar, sum onkur annar kanska hugsar um teg.

Men hví hugsa vit so nógvar negativar tankar? Svarið er at finna í okkara elligamla heila. Heili okkara er stórt sæð tann sami, sum hann var fyri 100.000 árum síðani tá vit runnu á slættanum í Afrika. Tey sum yvirlivdu vóru tey, sum hugsaðu tað ringasta, tey sum vóru klár til bardaga og tey sum hugsaðu tað ringasta. Sostatt hava vit arva eina rúgvu av negativum dna. Hetta ger at tín ellisgamli heili dag og dagliga kemur í støður, har heilin yvirtulkar støður.

Ver kritisk móti egnum tonkum
Hetta ger at vit skulu vera kritisk móti okkara egnu tonkum. Tað er als ikki so at tínir tankar vilja tær tað besta. Ofta hóska okkara tankar illa til tíðina, vit liva í her heima í Føroyum. Her er nokk at eta hvønn dag, ein heit song at leggja seg í og eingin fíggindi, sum hóttir teg eftir lívinu