Fá vitan og praktisk amboð um persónsdatavernd og GDPR
Føroyskt

Lær føroyskt í ein dag :-) ð ella einki ð, -ur ella -ir?
Endamálið við skeiðnum
Endamálið er at geva skeiðsluttakarunum amboð at skriva føroyskt til lítar. Endamálið er at menna evnini hjá skeiðsluttakarunum at brúka málið greitt, rætt og fjøltáttað. Skeiðið fevnir um rættan málburð í dagliga yrkinum og er eitt hent amboð til at náa henda førleika.
Innihaldið í skeiðnum
Hevur tín fyritøka ella stovnur ein góðan og lýtaleysan málburð í samskiftinum úteftir? Hetta er meiri umráðandi fyri umdømið, enn ein vanliga gevur sær far um. Ella ert tú ein einstaklingur, ið vil duga betur at skriva føroyskt.
Dentur verður lagdur á mállæru, rættskriving og at víðka tilvitanina um mál, málburð og ymsar stíllegur í málinum. Endamálið er at geva luttakaranum innlit í føroyska mállæru og nøkur hent amboð til føroyska rættskriving. Við tilmelding verður kannað á hvørjum stigi luttakarararnir eru, og frálæran verður løgd til rættis eftir hesum
Málbólkurin:
Øll, ið dagliga samskifta á føroyskum og vilja gerast dugnaligari í føroyskum.
Undirvísari:
Báturin og bátin. Dømt ella dømd. Sonne Smith hevur øll amboðini til at skriva rætt føroyskt. Á skeiðnum fer hann at geva amboðini víðari. Sonne Smith er úrmælingur, tá ið talan er um føroyskt mál. Hann hevur eisini drúgvar royndir at undirvísa í føroyskum máli, og í sínum yrki sum journalistur er føroyska málið hansara neyðuga amboð, tí hann livir av tí.
Kl. 08.30 Morgunmat
Kl. 09.00
Kl. 10.00 Steðgur
Kl. 10.15
Kl. 12.00 Ábit
Kl. 13.00
Kl. 14.00
Kl. 14.30
Kl. 15.00 Kaffi steðgur
Kl. 15.30
Kl. 16.00 Liðugt


Undirvísari:
Sonne Smith
Info:
STAÐ:
Hotel Hafnia
DATO:
10. september 2021
TÍÐ:
Kl. 09.00 – 16.00
KOSTNAÐUR:
2.500 kr. + mvg
Tekning:
kittymay@kittymay.fo
ella á
telefon 500500