Hava tit tørv á einum fyrilestri. Tað kann vera til ein starvsfólkadag, ráðleggingarfund, foreldrafund ella bara ein vanligan fríggjadag. Vit veita fyrilestrar til almennar stovnar, privatar fyritøkur og almenningin. Fyrilestrarnir kunnu eisini bíleggjast eftir ynski.

Tú kann lesa um fyrilestrarnar her:

24. apríl 2021

Sjóterapi og mental styrki

Sjóterapi og mental styrki frá Bø til Gásadals

Hevur tú hug, at brúka 8 tímar uppá tína mentalu styrki í flottasta umhvørvinum í Føroyum?

Hóast mental stryki er ein persónlig ferð, vita granskarar, at serliga fimm øki eru áhugaverd, um tú vilt menna treystleika, reystleika, harðbalni ella tína mentalu styrki, sum eg havi avrátt at kalla tað. 

Á ferðini frá Bø til Gásadals fara vit, at arbeiða við fimm økjum, sum granskarar siga skapa mentala styrki. Hesi eru: Bjartskygni, positivar kenslur, positiv sambond, viljastyrki og sjálvtamarhald.

Vit byrja við, at arbeiða við viljastyrki og sjálvtamarhaldi meðan vit dyppa á sandinum í Bø. Aftaná ganga vit til Gásadals har vit gera alskyns venjingar á vegnum. ì Gásadali hyggja vit eftir Múlafossi og eta ein bita á Gásadalsgarðinum, meðan vit hoyra ein fyrilestur um mentala styrki. 

 

Arbeiðsgleði

Úrslit og sambond skapa arbeiðsgleði

Er tú glað/ur tá tú vaknar um morgunin og ein langur arbeiðsdagur stendur fyri framman? Ella gleðir tú teg bara til fríggjadagurin kemur? Arbeiðsgleði er nakað vit øll eiga rættin til. Eitt slítandi arbeiði gevur nógvar trupulleikar alt frá strongd, pínu, tunglyndi og sjúku. Tíbetur hava føroyingar funnið útav, at tað er betur, at arbeiða við gleði. Tað er betur fyri teg og arbeiðaplássið.

Kanningar vísa, at fyritøkur við nøgdum og glaðum starvsfólkum klára seg tvær ferðir so væl og hetta sæst beinleiðis á botnlinjuni.

Visti tú, at tað eru tríggjar týðandi keldur til lívsgleði og arbeiðsgleði er ein teirra. Arbeiðsgleði er besti heilivágur móti strongd. Strongd kemur ikki av, at arbeiða ov nógv men heldur av, at hava tað ringt meðan tú arbeiðir. Tann størsta keldan til manglandi arbeiðsgleði er grenj, mangul uppá rós, stuðul og manglandi hjálp frá leiðsluni.

Fyrilestur á 1 tíma

Positiv Sálarfrøði

Tað verður nógv granska í positivari sálarfrøði. Skeiðið tekur útgangsstøði í nýggjastu granskingini á økinum. Eisini gevur skeiðið tær amboð soleiðis, at tú lættari kann røkka tínum málum, fáa meira mentala styrki og trívast betur í gerandisdegnum.

Fyrilestur á 1 tíma
(Skeið á ein dag á 10.000 kr.)

Effektivir fundir

Nógv av okkum hava luttikið í nógvum fundum, sum hava verið spill av tíð. Hesin fyrilesturin gevur innlit í hvussu vit skapa effektivar fundir. Hvussu fái vit okkara sjónarmið fram? Hugburður og hugsanarháttur áðrenn og á fundinum. Hvussu loysa vit trætumál og hvussu verða vit hoyrd.

Fyrilestur á 1 tíma

8 intellegensir

Tá vit tosað um gávurík/intellegent fólk sipa vit ofta til fólk, sum eru logisk ella matematisk flogvit.  Men visti tú, at vit øll eru flogvit á ymiskum økjum. Innan fyri intellegens teori skilur man í millum 8 gávur/intellegensir.

Fyrilesturin gevur tær kunnleika til hugtakið intellegens, teir 8 intellegensirnar og hvussu tú kann best kann brúka títt flogvit har tú er sterkast.

Nevndararbeiðið

Ætlar tú at luttaka í nevndararbeiðið er hetta skeiðið ella fyrilesturin nakað fyri teg. Vit gjøgnumganga hvørjar ásetingar í lóggávuni eru galdandi fyri nevndararbeiði? Hvussu skal nevndararbeiðið skipast? Fundarfrágreiðingar og innkalling og mangt annað í samband við nevndararbeiði.

 

Info

STAÐ: 
Bø - Gásadals

DATO: 
24. apríl

TÍÐ: 
kl. 10-18

KOSTNAÐUR: 
900 kr. Við í prísinum er matpakki og matur á matstovuni í Gásadali (drykkivørur eru ikki íroknaðar)

Áhuga?

Um tú hevur áhuga í fyrilestrinum

ring 500500
ella skriva til 

kittymay@kittymay.fo