Fá vitan og praktisk amboð um persónsdatavernd og GDPR

Persónsdata – hvat, hví og hvussu

Føroyingar og nýggju ES-fyriskipanin um persónsdatavernd

Persónsdatavernd:

Nýggj løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin) skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2021. Nýggja løgtingslógin kemur í staðin fyri galdandi løgtingslóg um viðgerð av persónupplýsingum frá 2001, og er grundað á ES-fyriskipanina General Data Protection Regulation (GDPR) við neyðugum tillagingum til føroysk viðurskifti. Nýggju reglarnar um dátuvernd fevna breitt, og koma hesar reglar at raka nærum allar fyritøkur og stovnar í Føroyum. Nógvar misfatanir eru um hesa torskildu lóggávu.

Endamálið:

Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum frálæru í teimum grundleggjandi hugtøkunum í Dátuverndarlógini og GDPR, umframt at geva luttakarunum vegleiðing og praktisk amboð til at fyrireika tína fyritøku/stovn til nýggju lógarkrøvini. Vit gjøgnumganga neyðugu stigini, sum umfata ábyrgdarbýtið, viðgerðarreglur, politikkir og mannagongdir, kortlegging av dátum v.m.

Undirvísari:

Kári Davidsen arbeiðir við vinnulívsrætti í breiðari merking. Hann hevur nógvar royndir frá fíggjargeiranum, har hann seinastu fleiri árini hevur virkað sum deildarleiðari og innanhýsis advokatur. Harumframt hevur Kári royndir frá advokatfyritøku í Keypmannahavn, har hann í fleiri ár arbeiddi við serliga konkursrætti, immaterialrætti og felagsrætti.

Kári er serfrøðingur innan persónsdata og persónsdátuverju, og ráðgevur bæði privatum fyritøkum og almennum stovnum. Kári hevur tvey altjóða prógv innan persónsdata, CIPP/E og CIPM frá IAPP (International Association of Privacy Professionals).

Málbólkur:

Nýggju reglarnar um dátuvernd fevna breitt, og koma hesar reglar at raka nærum allar fyritøkur og stovnar í Føroyum.

Tíð:                                 14. februar 2020

Stað:                               Hotel Hafnia

Kostnaður:                     3.500,00 kr + mvg

Melda til:                        kittymay@kittymay.fo telefon nr. 500500

Kl. 08.30     Morgunmat

Kl. 09.00    

Kl. 10.00     Steðgur

Kl. 10.15    

Kl. 12.00      Ábit

Kl. 13.00      

Kl. 14.00      

Kl. 14.30      

Kl. 15.00      Kaffi steðgur

Kl. 15.30      

Kl. 16.00      Liðugt

Undirvísari:

Kári Davidsen

 

Advokatur og serfrøðingur innan persónsdata og GDPR

Info:

STAÐ: 
Hotel Hafnia

DATO:

TÍÐ: 
Kl. 09.00 – 16.00

KOSTNAÐUR: 
3.500,00 kr. + mvg

Tekning:

kittymay@kittymay.fo 
ella á
telefon 500500