Grundlógin
Kenn tína Grundlóg!
Grundlógin

Kenn tína Grundlóg!
Grundlógin er stýrisskipanin í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Grundlógin er ovasta rættarkelda í Føroyum og eingin lóg kann stríða ímóti Grundlógini. Í Grundlógini eru staðfestar nakrar grundleggjandi aðalreglur, herundir at vit liva í einum landi við fólkastýri og demokratiskum vali. Grundlógin staðfestir eisini, at valdi er býtt millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið. Rættindi hjá borgarum til rættarverju hjá óheftum dómstólum er eisini ein týðandi partur av Grundlógini.
Endamál:
Endamálið við skeiðnum er, at læra grundlógina at kenna.
Grundlógin inniheldur 89 greinar, sum eru býttar í 8 kapittlar. Á skeiðinum koma vit inn á fylgjandi økir:
- Ríkisstjórn og stjórnarskipan - hvussu leiðir stjórnin og ráðharradeildirnar millum Føroyar og Danmark.
- Tingræðið - tey fólkavaldu í Tinginum hava rætt, at avgerða politiska lívið hjá landsstýrisfólkunum. Uttanríkispolitikkur, førleiki og hvussu Danmark gevur rættindi til altjóða organisatiónir.
- Val til Tingið og Fólkatingið
- Arbeiðið í Tinginum og Fólkatinginum
- Dómstólarnir - tulka landsins lógir.
- Fólkakirkjan - átrúnaðarligt frælsi
- Rættindi hjá borgaranum
- Føroyar, Grønland og Ísland
Kl. 08.30 Morgunmat
Kl. 09.00 Gundlógin sum heild
Kl. 10.00 Steðgur
Kl. 10.15 Tingræðið, Val og arbeiðið í Tinginum
Kl. 12.00 Ábit
Kl. 13.00 Dómstólarnir
Kl. 14.00 Fólkakirkjan og átrúnaðarligt frælsi
Kl. 14.30 Rættindi hjá borgaranum - sjálvræði, skyldur, frælsi, orgnarrættur
Kl. 15.00 Kaffi steðgur
Kl. 15.30 Føroyar, Grønland, Ísland og broytingar í Grundlógini
Kl. 16.00 Liðugt


Undirvísari:
Christian Østrup
chefkonsulent hjá Miljø og Fødevareministeriet og lektor á universitetinum í Keypmannahavn. Christian hevur drúgvar royndir í lógarsmíði, ráðgeving og hevur undirvíst í fleiri ár.
Info:
STAÐ:
Hotel Hafnia
DATO:
TÍÐ:
Kl. 09.00 – 16.00
KOSTNAÐUR:
3.995 kr. + mvg
Tekning:
kittymay@kittymay.fo
ella á
telefon 500500