Fá vitan um nýggju hvítvasklógina, sum verður galdandi fyri Føroyar

Hvítvask í Føroyum

Hvítvask í Føroyum

Nógv fokus er á hvítvasklóggávu í londum rundan um okkum frá bæði myndugleikum, fyritøkum og ikki minst fjølmiðlum. Hetta kemst serliga av, at fleiri mál eru komin fram seinastu árini, har spurnartekin kann setast við leiklutin hjá bæði fyritøkum og myndugleikum.

Nýggj hvítvasklóg er nú eisini áveg í Føroyum og verður væntandi lýst í næstum. Endamálið við skeiðnum er at geva skeiðsluttakarunum eitt breitt innlit í hvítvasklóggávuna við tilhoyrandi vegleiðingum vm., har serligur dentur verður lagdur á føroyskar umstøður.

Skrá

Kl. 8.30               Morgunmatur

Kl. 9.00               Byrjan

Kl. 9.10               Nýtt frá avvarðandi myndugleikum

Vit fara ígjøgnum tað nýggjasta frá avvaraðandi myndugleikum, m.a. hyggja vit nærri at nýggjastu váðametingini frá SØIK úr einum føroyskum sjónarhorni. Vit hyggja eisini nærri at nýggjastu hvítvaskvegleiðingini frá Fíggjareftirlitinum.

Kl. 10.15             Steðgur

Kl. 10.30             Nýggja hvítvasklógin og reaktiónir frá eftirlitsmyndugleikum

Vit fara ígjøgnum tær mest týðandi broytingarnar í nýggju hvítvasklógini. Somuleiðis hyggja vit nærri at teimum brotum á hvítvasklóggávuna, sum higartil oftast hava ført til átalur ella aðrar reaktiónir frá eftirlitsmyndugleikum.

Kl. 12.00             Miðmáli

Kl. 13.00             Hvítvasklóggávan í gerandisdegnum

Vit hyggja nærri at teimum yvirskipaðu skyldunum, sum eru álagdar fyritøkum fevndar av lóggávuni. M.a. hyggja vit nærri at hvussu ein váðameting kann gerast av fyritøkuni og hvørjar lutir metingin eigur at innihalda. Harumframt hyggja vit nærri at krøvunum til politikkir og mannagongdir.

Kl. 14.30             Steðgur

Kl. 14.45             Hvítvasklóggávan í gerandisdegnum – framhald

Vit enda dagin við at hyggja nærri at yvirvakingar- og uppmerksemisskylduni, kanningar- og skrásetingarskylduni og fráboðanar- og tagnarskylduni.

Kl. 16.00             Liðugt

 

Málbólkur

Skeiðið vendir sær til leiðslur, herundir eisini nevndarlimir, og starvsfólk annars í fyritøkum fevndar av hvítvasklóggávuni, m.a. í peningastovnum, lívstryggingarfeløgum, tvørgangandi pensjónskassum umframt advokat- og grannskoðanarfyritøkum. Skeiðið kann eisini vera gevandi fyri onnur í ynskja eitt breitt innlit í økið, t.d. starvsfólk hjá almennum myndugleikum, fjølmiðlafólk o.o.

Eftirútbúgving

Skeiðið er góðtikið sum kravd eftirútbúgving hjá advokatum og grannskoðarum.

Kl. 08.30    Morgunmat

Kl. 09.00    Intro og nýtt frá avvarandi myndugleikum

Kl. 10.15    Steðgur

Kl. 10.30    Nýggja hvítvasklógin og royndir frá eftirlitsvitjanum

Kl. 12.00     Miðmáli

Kl. 13.00     Hvítvasklóggávan í gerandisdegnum 

Kl. 14.30     Steðgur  

Kl. 14.45      Hvítvasklóggávan í gerandisdegnum - framhald

Kl. 16.00      Liðugt

 

Undirvísari:

Eli Thorsteinsson

Eli starvast sum advokatur hjá Faroe Law í Tórshavn. Eli hevur drúgvar royndir sum løgfrøðisligur ráðgevi í peningastovni, serliga sum complianceábyrgdari, og hevur tí hollan kunnleika til og innlit í hvítvasklóggávuna og tær avbjóðingar fyritøkur fevndar av lóggávuni møta í gerandisdegnum.

Info:

STAÐ: 
Hotel Hafnia

DATO: 
 

TÍÐ: 
Kl. 08.30 – 16.00

KOSTNAÐUR: 
4.000,00 kr. + mvg

Tekning:

kittymay@kittymay.fo 
ella á
telefon 500500