Lær teg at smíðja lóg
Lógarsmíð

SOLEIÐIS SMÍÐAR TÚ LÓG - FRÁ BYRJAN TIL ENDA
Endamál:
Lóggávuarbeiðið er kjarnuuppgávan hjá Føroya Landsstýrið, Føroya Løgtingið og øðrum stovnum undir landinum. Á skeiðinum verður dentur lagdur á mannagongdina at smíðja lógir og kunngerðir. Eisini verður undirvíst í krøvunum til innihaldið í eini lóg. Tú fær vitan um lógararbeiðið, undir heusm vandatekin og økir, sum krevja eftiransni. Eisini verður undirvíst í, hvussu arbeitt verður við at betra um góðskuna av lóggávu arbeiðinum og hvussu arbeiðið best kann leggjast til rættis.
Tú fær innlit í og hegni at nýta grundleggjandi reglur og aðalreglur tá tú fyrireikar, skrivar og gjøgnumførir eitt lógaruppskot.
Økir sum undirvíst verður í:
- Hvussu smíðar tú eitt gott lógaruppskot? Her verður undirvíst í lógarkynstri og teimum spurningum, sum ofta koma í samband við lóggávuarbeiðið.
- Viðurskifti viðvíkjandi altjóða lóggávu.
- Viðurskifti viðvíkjandi gildiskomu-, avtøku- og umskiftisásetingar
- Krøv til mannagongdir - hvussu skal lóggávuarbeiðið í ráðnum ella stovninum fara fram.
- Lær at leggja eina ætlan fyri lógaruppskotið - Hugskotið, arbeiðið, at sta fram lógaruppskot, arbeiðið í løgtinginum, samtykt og kunngerð.
Málbólkur:
Starvsfólk hjá løgtinginum, landsstýrinum og á stovnum, advokatar og løgfrøðingar, sum arbeiða við føroyskari lóggávu. Skeiðið er eisini áhguavert hjá øðrum, sum hava áhuga í lóggávuarbeiði.
Kl. 08.30 Morgunmat
Kl. 09.00 Hvussu smíðar tú eitt gott lógaruppskot.
Kl. 10.00 Steðgur
Kl. 10.15 Viðurskifti viðvíkjandi altjóða lóggávu.
Kl. 12.00 Ábit
Kl. 13.00 Viðurskifti viðvíkjandi gildiskomu, avtøku og umskiftisásetingar.
Kl. 14.00 Krøv til mannagongdir - hvussu skal lóggávuarbeiðið fara fram.
Kl. 15.00 Kaffi steðgur
Kl. 15.30 Lær at leggja ætlan fyri lógaruppskotið.
Kl. 16.00 Liðugt


Undirvísari:
Christian Østrup
chefkonsulent hjá Miljø og Fødevareministeriet og lektor á universitetinum í Keypmannahavn. Christian hevur drúgvar royndir í lógarsmíði og hevur eisini undirvíst í fleiri ár.
Info:
STAÐ:
Hotel Hafnia
DATO:
TÍÐ:
Kl. 09.00 – 17.00
KOSTNAÐUR:
3.995 kr. + mvg
Tekning:
kittymay@kittymay.fo
ella á
telefon 500500