Ein dugnalig og skikkað nevnd hevur stórt virði fyri fyritøkuna
Nevndararbeiðið

Skeiðið gevur tær neyðugu vitanina um hvussu tú sum nevndarlimur gevur mest til nevndararbeiðið.
Tú fær grundleggjandi vitan og innlit í ársfrasøgn/roknskap og hvussu nevndin arbeiðir saman við leiðsluni í fyritøkuni. Tú fært undirvísing í rættindum, skyldum og ábyrgd hjá nevndini – bæði sum starvsfólkaumboð ella valdur nevndarlimur. Tú lærir um títt samband við týðandi spælarar uttanfyri fyritøkuna, herundir grannskoðaran hjá fyritøkuni. Eisini lærur tú um Corporate Governance og Risk Management.
Ein skikkaður nevndarlimur
Á skeiðinum lærir tú um støður tú vanliga rennir teg í í nevndararbeiði. Tú verður tryggari í arbeiðinum og fært størri slagkraft, og tú kemur at kenna tín leiklut, við teimum rættindum, skyldum og ábyrgd, sum nevndararbeiðið hevur við sær. Tú fært innlit í tær uppgávur, sum nevndin arbeiðir við, so tú eftir skeiðið betur er før/ur fyri, at gera eitt gott nevndararbeiðið.
Økt virðið fyri virkið
Ein dugnalig og skikkað nevnd hevur stórt virði fyri fyritøkuna. Skeiðið gevur nevndarlimum eina grundleggjandi vitan um nevndararbeiðið sum heild, her undir ásetingunum í føroyskari lóggávu, sum viðvíkja nevndararbeiðið. Skeiðið vendir sær til royndar og óroyndar nevndarlimir. Bæði nevndarlimir, sum eru valdir av aðalfundinum og starvsfólkaumboð. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava áhuga í framtíðar nevndararbeiðið.
Endamál:
Endamálið við skeiðinum er at luttakarin fær grundleggjandi løgfrøðiligan og roknskaparligan kunnleika til ásetingar, sum eru galdandi fyri nevndararbeiðið. Hvat krevur nevndararbeiðið av tær sum nevndarlimi.
Skrá fyri dagin
Kl. 08.30 Morgunmat
Kl. 09.00 Hvør hevur ábyrgdina av- og hví gera ársfrásøgn?
Roknskaparsystemið
Kunning um ársfrásøgnina
Kl. 10.00 Steðgur
Kl. 10.15 Krøv til ársfrásøgnina
Innihaldið í ársfrásøgnini
Kl. 12.00 Ábit
Kl. 13.00 Nevndarfundir og uppgávur hjá leiðslu og nevnd
Kl. 14.00 Starvsfólkaumboð
Kl. 14.30 Nevndarfundir, skrá og fundarfrágreiðing
Kl. 15.00 Kaffi steðgur
Kl. 15.30 Viðtøkur og grannskoðan
Kl. 16.00 Liðugt


Undirvísari:
Kitty May Ellefsen
cand. merc. jur og Master of Law. Kitty May hevur drúgvar royndir innan løgfrøðiligt arbeiði og hevur verið nevndarlimur í fleiri føroyskum fyritøkum.
Info:
STAÐ:
Hotel Hafnia
DATO:
28. oktober 2019
TÍÐ:
8.30 – 16.00
KOSTNAÐUR:
2.500 kr. + mvg
Tekning:
kittymay@kittymay.fo
ella á
telefon 500500