Fá amboðini at arbeiða í nevnd

Nevndararbeiðið

Skeið í nevndararbeiði

Endamál
Partur av politiska arbeiðinum er at arbeiða í nevndum. Tað kann verða nevndararbeiði í sjálvum tinginum ella býráðnum. Men tað viðvíkur eisini nevndararbeiði í sjálvsognarstovnum, vinnuframagrunnum, kommunalum felagsskapum o.a.

Málbólkur:
Politikarar í landspolitikki, býráðnum og kommunum. Skeiðið er eisini stíla nevndarlimum í kommunalum felagsskapum.
Við nevndararbeiðnum fylgja nakrar uppgávur og ein ábyrgd. Tað verða sett nøkur førleikakrøv, sum ikki allir nevndarlimir hava tá teir byrja, at arbeiða í nevnd. Tað hevur tó stóran týdning fyri nevndararbeiðið, at nevndarlimur ognar sær hesar førleikar. Endamálið við hesum skeiðinum er, at lata nevndarlimir í soleiðis, at teir betur kunnu loysa uppgávurnar í nevndararbeiði og kenna ábyrgdina nevndararbeiðið hevur við sær.

Skeiðið gevur tær innlit í

  • Eina grundleggjandi vitan um løgfrøðina aftanfyri nevndararbeiðið
  • Uppgávur og leiklutin hjá nevndini
  • Ábygd hjá nevndarlimum
  • Hvussu fæst best nytta burturúr nevndini
  • Samanspælið millum nevndarlimir og fyrisitingina
  • Leikluturin hjá formanninum

Undirvísari hendan dagin er, Bo Asmus Kjeldgaard. Hann hevur sjálvur drúgvar royndir í donskum politikki. Eisini hevur hann drúgvar royndir í undirvísing av politikarum. Hansara royndir siga honum, at ein politikari lærir best av royndum hjá einum øðrum politikara. 

Skrá fyri dagin

Kl. 08.30     Morgunmat

Kl. 09.00    

Kl. 10.00     Steðgur

Kl. 10.15    

Kl. 12.00      Ábit

Kl. 13.00      

Kl. 14.00      

Kl. 14.30      

Kl. 15.00      Kaffi steðgur

Kl. 15.30      

Kl. 16.00      Liðugt

Undirvísari:

Bo Asmus Kjeldgaard

cand. scient. pol., borgmeristari í Keypmannahavn í 13 ár

Info:

STAÐ: 
Hotel Hafnia

DATO: 
september 2019

TÍÐ: 
8.30 – 16.00

KOSTNAÐUR: 
3.995 kr. + mvg

Tekning:

kittymay@kittymay.fo 
ella á
telefon 500500