Styrk teg :-)

Lær teg amboðini í Positivari Sálarfrøði uppá ein dag :-)

Positiv Sálarfrøði

Styrk teg við positivari sálarfrøði :-)

Endamálið við skeiðnum

Skeiðið er fyri teg, sum ætlar at arbeiða við tær sjálvum og fáa meira burturúr tínum evnum og møguleikum. Positiv sálarfrøði verður í dag nýtt í vinnulívinum, í ítrótti, í skúlum, á barnagørðum og hjá tí almenna. So skeiðið vendir sær eisini til starvsfólk, sum arbeiða við menniskjum.

Innihaldið í skeiðnum:

  • Styrk tín hugsunarhátt og tín hugburð

  • Halt teg ikki aftur og brúka tínar styrkir

  • Fáa meira slagkraft og ávirkan

  • Fá meira arbeiðsgleði

  • Hav eina positiva tilgongd til lívið og røkk tínum málum

  • Ver sterk/ur

  • Vinn á tínum mørkum og forðingum

Málbólkurin:

Øll, ið vilja styrkja seg sjálv bæði heima og til arbeiðis. Øll, ið arbeiða við ella fyri onnur menniskju.

Undirvísari: 

Kitty May Ellefsen er master i positivari sálarfrøði frá Aarhus universiteti. Hon hevur eisini skrivað bøkurnar “Frá reyðvíni til maraton” og “5 lyklar – Hav ræði á tær sjálvum og ger restina av lívinum til tað besta í lívinum”.

 

Kl. 08.30     Morgunmatur

Kl. 09.00     Hvar er positiv sálarfrøði?

Kl. 10.00     Steðgur

Kl. 10.15     Hugsanarháttur og hugburður

Kl. 12.00      Ábit

Kl. 13.00      Finn og brúka tínar styrkir. Ver sterk/ur   

Kl. 14.00      Styrkitest

Kl. 15.00      Kaffi steðgur

Kl. 15.30      Slagkraft og ávirkan. Arbeiðsgleði

Kl. 16.00      Liðugt

Undirvísari:

Kitty May Ellefsen, Master í positivari sálarfrøði

Info:

STAÐ: 
Hotel Hafnia

DATO: 
16. apríl 2021

TÍÐ: 
Kl. 09.00 – 16.00

KOSTNAÐUR: 

2.500 kr. + mvg
 

Tekning:

kittymay@kittymay.fo 
ella á
telefon 500500